02. Juli. 2015

Vísindavøkan á ferð – bílegg ein granskara!

 

Granskingarráðið og granskingarstovnar í Føroyum bjóða miðnámsskúlum, stovnum, fyritøkum, feløgum, kirkjum, samkomum og øðrum at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur hjá sær ein av døgunum 21. - 24. september 2015. Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið.

 

Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvsfólk ella limir, á Facebook, við tíðindaskrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 20 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava samsýning fyri fyrilesturin.

 

Tríggir av fyrilestrahaldarunum, sum kunnu bíleggjast, eru frá Havstovuni. Teir eru Eydna í Homrum, Jan Arge Jacobsen og Jóhannis Danielsen.

 

Sí yvirlit yvir fyrilestrar og fyrilestrahaldarar her.

 

Bíleggjast skal við telduposti til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. áðrenn 3. september.

 

Fríggjadagin 25. september verður Vísindavøka í granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51 í Tórshavn.