16. Juni. 2015

ICES: Støðan er hættislig fyri tosk og hýsu, men frægari fyri upsa

 

Altjóða Havrannsóknarráðið (ICES) mælir til, at eingin beinleiðis fiskiskapur skal vera eftir hýsu undir Føroyum. Hetta er, tí at gýtingarstovnurin er minni enn lágmarkið á 22 túsund tons og væntast at halda seg har komandi árið.

 

Toskur á føroyska landgrunninum er eisini illa fyri, hann er ájavnur við lágmarkið á 21 túsund tons og væntast at halda seg har komandi árið. ICES mælir tí til, at so lítið verður fiskað av toski sum gjørligt, ásannandi, at toskur og hýsa verða fiskað í einum blandaðum fiskiskapi.

 

Fyri tosk á Føroyabanka sær støðan heldur ikki góð út, við tað at tilgongdin er sera lítil. Føroyabanki hevur verið friðaður síðan 2009, men enn er eingin bati at hóma. ICES mælir til, at eingin fiskiskapur skal vera eftir toski á Føroyabanka.  

 

Hinvegin er upsin undir Føroyum hampiliga væl fyri og ICES mælir til ein lítlan niðurskurð (5%) í veiðutrýsti. 

 

Havstovan gevur eisini á hvørjum ári (15. juni) sítt tilmæli um botnfiskiskap við Føroyar. Hetta tilmælið byggir á ICES-tilmælið, men er meira útgreinað og lagað til føroysk viðurskifti. 

 

ICES-ráðgevingin fyri tosk á Landgrunninum sæst við at trýsta her

ICES-ráðgevingin fyri tosk á Føroyabanka sæst við at trýsta her.

ICES-ráðgevingin fyri hýsu undir Føroyum sæst við at trýsta her

ICES-ráðgevingin fyri upsa undir Føroyum sæst við at trýsta her