29. Mai. 2015

Streymmátararnir tiknir upp

 

Magnus Heinason hevur verið úti til hydrografi kanningar og á túrinum vóru sjey streymmátarar tiknir upp. Hita- og saltmátingar blivu gjørdar eftir trimum sonevndum standardskurðum og ætiglúpur bleiv eisini tikin.

 

Harafturat varð roynt við akustiskari útgerð at lesa data úr einum hitamátara, sum liggur á botni á 450 metra dýpi norðanfyri. Hetta varð fyrstu ferð roynt í februar, men tá gekk illa at fáa samband við mátaran. Síðan er komið eftir, at tað møguliga eru ekkóloddini á Magnusi Heinasyni, sum geva ov nógv akustiskt óljóð.

 

Tí vórðu ekkóloddini sløkt hesaferð, meðan roynt varð at fáa samband við mátaran og nú bar til. Lesingin gekk eins væl og tær royndir, sum vóru gjørdar áðrenn mátarin bleiv lagdur út. Ætlanin er, at hesin hitamátari skal verða partur av mátiskipanini fyri Føroyastreymin norðanfyri, soleiðis at raksturin framyvir verður bíligari. Hetta verður gjørt, sum partur av EU verkætlanini NACLIM, sum Havstovan er við í.

 

Les alla túrfrágreiðingina her.