18. Mai. 2015

Sildatúrur liðugur

 

Magnus Heinason er júst afturkomin av sildakanning norðanfyri. Fyribilsúrslitini vísa, at nøgdin av sild er minkað í føroyskum øki í ár, í mun til undanfarnu árini. Fyrivarni skal tó takast fyri, at vánaligu veðurlíkindini kunnu hava ávirkað kanningarnar negativt. Hinvegin, so var nakað meira av smáari sild fingið í ár enn seinnu árini.

 

Kanningarnar eru skipaðar sum felags kanningar. Umframt Magnus Heinason vóru rannsóknarskip úr Danmark, Íslandi, Noregi og Russlandi við í kanningunum. Endamálið við kanningunum er millum annað at fáa tilfar til vega, sum liggur til grund fyri stovnsmetingunum, sum verða gjørdar seinni í summar.

 

Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi ímillum luttakandi londini um hálvan juni, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin.

 

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her.