13. Apr. 2015

Yvirlitstrolingar lidnar

 

Yvirlitstrolingarnar á Landgrunninum á vári eru lidnar fyri í ár.

 

Hetta eru kanningar, ið hava verið gjørdar á hvørjum ári síðan 1982, og er høvuðsendamálið at fáa eina mynd av, hvussu støðan er í teimum ymsu stovnunum, serliga av toski, hýsu og upsa.

 

Fyribilsúrslit staðfesta, at stovnarnir av toski og hýsu enn eru illa fyri, og at upsastovnurin er í hampuligum standi. Gleðiligt er, at hýsustovnurin er í spakuligum vøkstri, serliga vegna batnandi tilgongd.

 

Sí alla túrfrágreiðingina her.