01. Apr. 2015

AtlantOS verkætlanin fíggjað

 

AtlantOS verkætlanin hevur nú fingið endaliga váttan um, at verkætlanin fær fígging úr granskingar-grunninum Horizon2020 hjá EU. AtlantOS er ein stór verkætlan, sum hevur til endamáls at sameina allar hugsandi mátingar í Atlantshavi. Havstovan er við í tveimum arbeiðsbólkum (Work Packages): annar arbeiðsbólkurin arbeiðir við uppsjóvartúrunum, sum Magnus Heinason ger í samstarvi við fleiri lond. Hin arbeiðsbólkurin arbeiðir við mátingum av stóru havstreymunum í Atlanshavi, har Havstovan samskipar mátingarnar á Grønland-Skotland rygginum.

 

AtlantOS verkætlanin byrjar tann 1. apríl og hevur fígging í 4 ár. Fíggingin umfatar samstarvið millum mongu partnararnar og samansjóðingina av mátingunum hjá luttakandi londunum. Haraftrat er peningur í ávísan mun eisini til menning av nýggjum mátingum, men ikki til framhald av verandi mátingum. Til ber at lesa meiri um AtlantOS á www.atlantos-h2020.eu.