03. Mars. 2015

Brislingur á Vágsfirði

 

Mánadagin 23. februar 2015 frætti Havstovan umvegis sosialu miðlarnar, at torvur, sum líktust brislingi vóru sæddar á Vágsfirði. Men eftir støddini at døma, kundi talan eisini vera um smásild. Eftir hesum torvum fylgdi stórseiður, sum royndi at eta burturav, men fiskarnir vóru ov stórir, og seiðurin svam tí við hálvum fiskum stingandi úr kjaftinum. Tá tað fjaraði, lógu fiskar eftir í dekkunum á bryggjuni, so tættar og stórar vóru torvurnar.

 

Hetta helt Havstovan vera sera áhugavert at kanna, og tí spurdu vit heimildarmannin, Hans J. í Líðini, um hann kundi bera so í bandi, at vit fingu nakrar fiskar norður á Havstovuna at kanna. Størsti spenningurin var um, um talan var um sild, tí t.d. í 2009 tyktist rímuliga nógv at vera komið undan av sild við Føroyar - og neyðugt er at fylgja við, um okkurt slíkt fer at endurtaka seg.

 

Eisini fingu vit nakrar av seiðamagunum á Havstovuna at kanna. Allir høvdu roðslu í maganum, og tveir høvdu petti av fiski, sum sá út til at vera av brislingi. Hetta samsvarar væl við eygleiðingina, vit frættu um, at seiðurin ikki fekk svølgt fiskin.

 

Fimm fiskar komu á Havstovuna, og vórðu síðani kannaðir. Talan var um brisling. Sild og brislingur eru rættuliga lík í útsjónd, men tvey høvuðseyðkenni eru at skilja millum sild og brisling. Týðuligasta eyðkennið er, at brislingur hevur hvast kjalarskrubb, sum hakar í, tá strokið verður frameftir. Hitt eyðkennið er, at búkfjaðrarnar hjá brislingi hava 7 (hægst 8) teinar, meðan sildin hevur 9. Teinarnir eru beinstruktururin, sum er í fjaðrunum.

 

Brislingarnir vóru millum 13 og 15 cm til longdar og 2-4 ára gamlir. Aldurslesingin skal takast við fyrivarni, av tí at vit ikki hava royndir av at lesa aldur á brislingi. Teir vóru nakað áleiðis í kynsbúning og skuldu gýtt seinni í ár. Eisini var hugt í magarnar á brislingunum. Nakað av ungum gjari (livir uppi í sjónum fyrstu tíðina) var funnið og okkurt einstakt lítið krabbadjór.

 

Brislingur er undir Føroyum, men Havstovan hevur ikki gjørt regluligar kanningar av brislingi, og tískil vita vit lítið um brisling við Føroyar.