19. Feb. 2015

Hydrografi-túrurin avbrotin

 

Farið var avstað hósmorgunin 12. februar og byrjað varð at máta hita og salt við CTD’ini á skurðinum vestanfyri. Longu á fyrstu støð varð lagt til merkis, at hitamátararnir ikki mátaðu eins, og tá komið var út í Bankarennuna, bleiv heilt galið við øðrum mátaranum, umframt at saltmátingarnar vístu ov høg virðir.

 

Magnus Heinason kom tí aftur á Havnina, har óvirknu mátararnir blivu tiknir av. Tá alt sá út til at vera í lagi við CTD’ini, fór Magnus Heinason avstað aftur og hesaferð norðurum. Men eisini her bleiv galið við hitamátingunum, og tí var onki annað at gera, enn at bróta túrin av.

 

Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

 

Mynd: Elektonikkeindin í CTD’ini verður send til Amerika til umvælingar.