26. Jan. 2015

Kanningarætlan hjá Magnusi Heinasyni í 2015

 

Eins og onnur ár hevur Havstovan gjørt eina ætlan fyri kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni fyri hetta árið. Talan er fyri tað mesta um afturvendandi túrar, sum verða gjørdar á sama hátt og um somu tíð á hvørjum ári. Her kunnu t.d nevnast, at botnfiskur á Landgrunninum og á Føroyabanka verður kannaður á 6 sonevndum yvirlitstrolingum, og at hiti, salt, føðslusølt o.a. verða kannað á 4 hydrografitúrum. Uppsjóvarfiskur verður kannaður á trimum túrum. Tveir av hesum, eftir sild og svartkjafti, verða gjørdir við Magnusi Heinasyni, og so verður skip leigað at kanna makrel.

 

Nakrir túrar verða gjørdir fyri at kanna umhvørvi og lívfrøði undir Føroyum, hesir eru: yngulkanningar/æti, biologisk oseanografi og fjarðakanning. Eisini er ein túrur ætlaður at kanna fisk á djúpum vatni, ein vika er sett av til at merkja tosk, 2 vikur at kanna svartkalva, og so eru 3 túrar nevndir trolroyndir, sum í 2015 serliga eru ætlaðir at kanna upsa.

 

Tá hvør túrur er liðugur, verður ein túrfrágreiðing skrivað og løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni.

 

Sí kanningarætlanina fyri 2015 her.