25. Nov. 2014

Merkt havtaska afturfingin

 

Týsdagin 18. november varð ein merkt havtaska borin inn á Havstovuna. Tað serliga við hesi havtaskuni var, at umframt at vera merkt við einum vanligum spagetti-merki, var hon eisini merkt við einum goymslumerki.

 

Havtaskan varð merkt á Norðhavinum 24. juni í 2011 og var tá fingin við gørnum. 29. oktober 2014 var hon afturfiskað á Skeivabanka. Hesaferð við troli.

 

Tá hon varð merkt í 2011 var hon 53 cm. Nú hon varð afturfiskað, var hon 77,5 cm long, sum merkir at hon er vaksin 7,3 cm í miðal um árið. T.v.s. at havtaska veksur nærum líka skjótt sum toskur.

 

Goymslumerkið, sum var opererað inn undir skræðuna á havtaskuni, hevði loggað hita og dýpi fram til 24. mars 2013. Tá var minnið á goymslumerkinum fult. Mátingarnar hesar 639 dagarnar vístu, at havtaskan stórt sæð hevði verið á 100 til 200 metra dýpi. Viðhvørt hevði hon lætt sær eitt sindur á fyri at flyta seg á annað stað. Ein týðiligur hitamunur sást millum summar og vetur.

 

Tá havtaskan kom í trolið á Skeivabanka í oktober 2014, var hon væl djypri enn goymslumerkið vísti fram til mars 2013. Hetta stuðlar upp undir ástøðið um, at hon, tá hon er vorðin nóg búgvin, fer at ferðast til djúp gýtingarøki um veturin. Aðrar merkingar hava víst, at júst Skeivibanki er eitt av gýtingarøkjunum hjá havtasku.

 

Vit á Havstovuni fegnast hvørja ferð merktur fiskur verður latin inn higar. Stóra takk tit sum eru so beinasom at hjálpa okkum í hesum arbeiði.