03. Nov. 2014

Bert ein kalva í fýra vikur

 

Fyribils úrslit frá yvirltstrolingunum á sumri 2014 eru nú tøk. Íalt 54 fiskasløg vórðu fingin á teimum 200 trolstøðunum, men bert ein kalvi (165 cm, 63 kg). Sera lítið hevur verið av kalva síðani 2003, eingin tilgongd hevur verið at sæð á yvirlitstrolingunum í mong ár, so útlitini fyri kalva eru eftir øllum at døma ikki góð. Longa harafturímóti hevur verið í vøkstri í fleiri ár, og í ár bragdaði rættiliga. Upsin er á einum lutfalsliga lágum støði, og toskur og hýsa eru enn á sera lágum støði. Fyri allar hesar tríggjar stovnarnar eru tó tekin um bata.

 

Frágreiðingin fyri túrin sæst við at trýsta her.