20. Okt. 2014

Forkunnugir fiskar fingnir á djúpum leiðum

 

Í farnu viku kom Magnus Heinason aftur av einum rannsóknartúri, har endamálið var at kanna fisk á djúpum leiðum, tó serliga brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Fyri hesi fiskasløg varð skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og haraftrat vórðu nytrur og magar tiknir til nærri greiningar í landi.

 

Á túrinum vórðu heili 86 ymisk fiskasløg skrásett, og fleiri teirra vóru bert fingin í einum háli av teimum íalt 110 hálunum á túrinum. Hetta eru fiskasløg, sum fyri flest okkara eru heilt fremmand og í fleiri førum rættiliga serlig í skapi og útsjónd, so sum Boa-drekafiskur, tussafiskur, glæmufiskur, snípuállur (mynd), mjáikjaftur og Sloans ormfiskur (mynd).

 

Frágreiðingin fyri túrin sæst við at trýsta her.