13. Okt. 2014

Grein um modelúrslit fyri Landgrunnin

 

Herfyri var greinin “The Faroe shelf circulation and its potential impact on the primary production” givin út í tíðarritinum Continental Shelf Research. Greinin lýsir eitt numeriskt modell fyri føroyska Landgrunnin. Hetta modell bleiv gjørt í sambandi við granskingar- verkætlanina “Klima og Havstrømme ved Færøerne 2008 – 2012”, sum varð fíggjað av danska fólkatinginum. Till A. S. Rasmussen bleiv settur í eitt post.doc starv hjá DMI at gera hetta modell í samstarvi við Havstovuna. Saman við granskarum á Havstovuni hevur Till skrivað hesa grein um modellið og úrslit frá modellinum.

 

Modellið er eitt sonevnt ”High resolution model” og endurskapar m.a., at sjógvurin á Landgrunninum hevur eitt javnt rák, sum melur við klokkuni runt Landgrunnin og at sjógvurin inniá er lutfallsliga avbyrgdur frá sjónum útiá. Eisini vísir modellið, at útskiftingin millum sjógvin inniá og útiá er ymisk frá einum árið til annað.

 

Greinin “The Faroe shelf circulation and its potential impact on the primary production” er at finna her, men til ber eisini, at venda sær til ein av høvundunum.

 

Ensk frágreiðing um verkætlanina “Klima og Havstrømme ved Færøerne 2008 – 2012” er at finna á heimasíðuni hjá Havstovuni og kann lesast her.