30. Sep. 2014

Havstovan sera góða undirtøku á Vísindavøkuni

 

Havstovan luttók á árligu Vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipar fyri. Í ár varð hon hildin í hølunum hjá iNOVA á Hoyvíksvegi.

 

Á básinum hjá Havstovuni kundi ein síggja eina lundaholu. Eisini vóru ymisk filmsbrot v.m. at síggja á telduskíggjum, og høvi var at hyggja í mikroskop at æti og nytrum. Á tí stóra fiskaborðinum vóru nógvir fiskar at síggja og eisini sera sjáldsamar fiskar. Eisini varð víst, hvussu eitt mátiborð fungerar, har longd, vekt, magi og nytrur v.m. varð tikið av makreli.

 

Samanumtikið var tað ein sera spennandi og fjølbroytt Vísindavøka, og tað var nógvur og stórur áhugi fyri básinum hjá Havstovuni. Tað riggaði eisini væl, at hava Vísundavøkuna í hølunum hjá iNOVA.

 

Fleiri myndir kunnu síggjast her: