18. Sep. 2014

Magnus Heinason við í trygdarvenjing

 

Í sambandi við at Kringvarp Føroya skuldi hava nakrar myndir av Magnusi Heinasyni úr luftini til eina sending, sum kemur seinni í ár, um toskin á Føroyabanka, hevði tyrlan samstundis eina bjargingarroynd og trygdarvenjing saman við Magnusi Heinasyni.

 

Tríggir menn blivu settir umborð á Magnus, fyri síðani at blíva hivaðir uppaftur í tyrluna. Royndin gekk væl, og Havstovan fegnast um samstarvið og venjingina.