28. Aug. 2014

Nógvur makrelur í Norðuratlantshavi

 

Endaligu úrslitini av felags yvirlitstrolingunum eftir makreli við m.a. Finni Fríða vísa, at makrelurin hevur flutt seg enn longri norður og vestur enn í fjør. Orsøkin er helst liggjandi góðveðrið í summar, sum hevur ført til sera heitan sjógv í ovaru løgunum um alt havið norðan fyri 60 stig norður.

 

Samlaða nøgdin í 2014 er á sama høga stigi sum í fjør, áleið 9 milliónir tons. Hetta talið verður tó ikki brúkt beinleiðis í stovnsmetingunum, men heldur sum eitt boð upp á gongdina í stovninum. ICES metti í fjør at stovnurin var umleið 5 milliónir tons. Í skrivandi løtu verða stovnsmetingarnar fyri komandi ár gjørdar í ICES. Tað er hugaligt at síggja, at nógv er til av ungum 3 og 4 ára gomlum makreli, sum legst til vaksna stovnin komandi árini.

 

Hóast samlaða nøgdin er tann sama sum í fjør, so er munandi minni av makreli at síggja í føroyskum øki í ár. Ein orsøk kann vera, at nøgdin av æti er minkað í føroyskum sjógvi, og makrelurin tí hevur flutt seg enn longur norður og vestur at leita sær føði. Nógvur makrelur var at síggja í Eysturgrønlandi, og kanska er hann farin vestur um Kappan í ár.

 

Jan Arge Jacobsen, Havstovan

 

Les alla frágreiðingina

 


Nøgd av makreli (reytt) og sild (blátt) í juli 2014 (kg. pr. ½ tíma tóv).