30. Juli. 2014

Sjeyndi og seinasti rannsóknartúrurin

 

Nú er eitt gott ár liðið, síðan eg byrjaði mína PhD verkætlan á Havstovuni. Verkætlanin snýr seg um at kanna vistfrøðina hjá reyðætinum Calanus finmarchicus í havøkinum norðan fyri Føroyar. Hetta slagið av reyðæti er høvuðsføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av sild og makreli. Norðanfyri Føroyar eru stórar nøgdir av reyðæti, sum gera, at uppsjóvarfiskur kemur til føroyskt havøki at leita sær eftir føði. Seinastu árini eru broytingar hendar í hesari pelgisku vistskipanini. Størri nøgdir av uppsjóvarfiski ferðast til okkara leiðir, samstundis sum nøgdin og nøringin av reyðæti eru broyttar. Liviumstøðurnar hjá reyðæti eru tengdar at havfrøðiligum viðurskiftum, gróðrinum í sjónum og nøgd av uppsjóvarfiski, sum etur reyðætið.

 

Fyri at fáa betur kunnleika til samanspælið millum umhvørvið, reyðætið og uppsjóvarfiskin, er luttøka á rannsóknartúrum ein týðandi partur av hesari verkætlanini. Síðani juni 2013 havi eg regluliga verið úti við r/v Magnus Heinason og eisini við m/s Finni Fríða. Á hesum rannsóknarferðum eru nógvir ymsir prøvar tiknir. Nú tann sjeyndi og seinasti rannsóknartúrurin er farin aftur um bak, verður næsti partur av verkætlanini at kanna teir tiknu prøvarnar og at skipa data saman í eina heild.

 

Eg vil nýta høvi at takka manningunum umborð á r/v Magnus Heinason og m/s Finni Fríða fyri sera gott samstarv. Arbeiðslagið hevur verið framúr gott og sermerkt av dugnaskapi, tolni, tá nýggj útgerð skuldi roynast, løttum lyndi og nógvar hugnaligar og stuttligar løtur.

 

Takk fyri.

 

Inga Kristiansen