04. Juli. 2014

Nógv plantuæti á Landgrunninum

 

Nøgdirnar av plantuæti eru øktar nógv seinasta mánaðin og eru nú tær hægstu, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.

 

Plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum og er sostatt grundarlagið undir øðrum lívi í sjónum. Tað er føði hjá m.a. djóraæti, sum aftur er føði hjá m.a. fiskayngli og uppsjóvarfiski. Tí er gróðurin av plantuæti í sjónum av týdningi fyri at skilja nátturligu sveiggini í fiski og øðrum lívi í sjónum, og í ávísan mun kann hann eisini geva ábendingar um framtíðarútlit.

 

Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, ger Havstovan regluligar mátingar av nøgdunum av plantuæti á Landgrunninum. Í ár vístu mátingarnar, at í vár var gróðurin sum vanligt ella heldur undir miðal. Men um miðjan juni øktust nøgdirnar heilt nógv, og eru nú tær størstu, ið er mátaðar , síðan hesar kanningarnar byrjaðu í 1997.

 

Økingin í gróðrinum kom væl seinni í ár enn árini frammanundan. Fyri fiskalarvur hevði helst verið betri, um hann var komin nakað fyrr. Spennandi verður at síggja, hvussu verður.