24. Juni. 2014

Kúpuskeljar á Landgrunninum

 

Á hydrografitúrinum á hvítusunnu dreggjaði Magnus Heinason eisini eftir kúpuskel (Arctica islandica) í samstarvi við UniResearch í Bergen. Kúpuskel livir leingi – tann elsta man veit um, var 507 ár.

 

Fyri hvørt ár legst ein árringur afturat skelini og hetta merkir, at til ber at lesa árringarnar júst sum árringarnar á einum træi. Árringarnir eru ymiskir til støddar, alt eftir hvussu livilíkindini hava verið – um nógvur gróður var, so eru ringarnir breiðir og um lítil gróður var, so eru ringarnir smalir. Hetta ber aftur í sær, at um sama mynstur gongur aftur í ymiskum skeljum, so ber til at fáa eina langa tíðarseriu, har man nágreiniliga kann siga, hvussu livilíkindini hava verið. Livilíkindini endurspegla, hvussu gróðurin hevur verið á staðnum, har kúpuskelin helt til. Sostatt kunnu vit við hesi gransking t.d. fáa upplýsingar um, hvussu gróðurin hevur verið á Landgrunninum og um stórar veðurlagsbroytingar hava verið farnu hundrað árini ella meiri.

 

Túrfrágreiðing (á enskum) frá hesum partinum av túrinum kann lesast her.