16. Juni. 2014

Plantuæti svøltar

 

Nøgdin av silikat í havinum kring Føroyar er minkandi, og tað er ørkymlandi.

 

Silikat er eitt týdningarmikið tøðevni í havinum. Ólíkt øðrum tøðevnum so sum nitrat og fosfat, sum verða brúkt av nærum øllum plantuæti, so verður silikat bert brúkt av einum ávísum bólki av plantuæti, ið nevnist kisilalgur. Knapt helvtin av øllum gróðrinum í havinum er kisilalgur, og í havinum kring Føroyar er várgróðurin einamest kisilalgur.

 

Kanningar á Havstovuni vísa, at várgróðurin flestu ár er avmarkaður orsakað av silikatimangli Tað er tí sera ørkymlandi, at vetrarnøgdin av silikati á Landgrunninum hesi seinastu árini er minkað, soleiðis at kisilalgurnar í dag bert hava umleið helvtina av gróðrar-møguleikunum í mun til fyri 5 árum síðani.

 

Gróður (klorofyl) og tøðevni (nitrat og silikat) á Landgrunninum í 2012. Tá nøgdin av silikat er minni enn 2 µM, verður gróðurin av kisilalgum tarnaður.

 

 

Miðalnøgd av silikati á Langrunninum (des.-feb.) 1998-2014. Brotnað strikan vísir gongdina.