12. Juni. 2014

ICES juni 2014

 

ICES ráðgevingin 2014 fyri m.a. føroysku botnfiskastovnarnar og fiskastovnar í Barentshavinum, undir Íslandi og Grønlandi er nú komin.

 

Í 2015 eigur eingin veiða at vera av hýsu undir Føroyum og toski á Føroyabanka, veiðutrýstið eftir toski á Landgrunninum eigur at verða minkað 23% í mun til í fjør, og veiðutrýstið eftir upsa undir Føroyum eigur at minkast 44% í mun til miðal veiðutrýst seinastu 3 árini.

 

Føroyabanki grynri enn 200m hevur verið stongdur fyri at kalla øllum fiskiskapi síðan 2009. Hóast stovnurin av toski á Føroyabanka tykist eitt vet frægari enn seinastu árini, so er enn langt frá tí støðinum, ið var árini 1996-2002. Mælt verður til, at eingin fiskiskapur skal verða loyvdur, fyrr enn stovnurin er komin upp á ella upp um tað, hann var í 1996-2002.

 

Gýtingarstovnurin av toski á Landgrunninum hevur verið á sera lágum støði síðan 2005 vegna lítla tilgongd og ov høgt veiðutrýst. Veiðutrýstið er minkað munandi síðan 2010, men av tí at gýtingarstovnurin er so lítil, verður mælt til minka veiðutrýstið enn meira – við 23% í mun til tað í 2013.

 

Gýtingarstovnurin av hýsu er støðugt minkaður síðani 2003 serliga vegna sera lítla tilgongd øll hesi árini. ICES endurtekur tí tilmælið frá í fjør - eingin beinleiðis fiskiskapur eigur at verða eftir hýsu komandi ár, hjáveiðan í øðrum fiskiskapum skal verða so lítil sum møgulig, og ein ætlan eigur at verða gjørd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur. Gýtingarstovnurin av upsa ér minkaður nógv síðan 2005, serliga tí at veiðutrýstið hevur verið alt ov høgt. Hann tykist tó vaksa aftur vegna heldur frægari tilgongd. Mælt verður til at minka veiðutrýstið 44% í mun til miðal veiðutrýst seinastu 3 árini.

 

Ein samandráttur á føroyskum av ráðgevingin hjá ICES kemur seinni, men øll ráðgevingin hjá ICES (á enskum) kann lesast her fyri føroysku stovnarnar, Ísland og Eysturgrønland og Barentshavið og Norskahavið.