13. Mars. 2014

Sama nøgd av fiski sum í fjør

 

Fyrri partur av árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á føroyska landgrunninum er liðugur (64 av 100 hálum).

 

Nakað tað sama var at fáa av toski, hýsu og upsa í mun til í fjør. Tey seinastu árini er vorðið meira vanligt at fáa væl av lýri (Pollachius pollachius), ein fiskur, sum líkist upsa, men er ljósari á liti. Kanska er tað tann heiti sjógvurin, sum er ein orsøk til tess. Úrslitini fyri øll hundrað hálini eru at síggja í túrfrágreiðingini fyri túr 1406.

 

Túrfrágreiðingin fyri 1404 sæst  her.