13. Mars. 2014

Føroyskt, grønlendskt og danskt granskingarsamstarv

 

Mánadagin, 10. mars hittust 16 granskarar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi á Havstovuni fyri at umrøða felags gransking.

 

Í sambandi við at danska stjórnin hevur játtað 10 mió kr til føroyskt, grønlendskt og danskt granskingarsamstarv, sum Havstovan umsitir, varð fundur hildin á Havstovuni 10. mars. Granskingarsamstarvið hevur heitið ”Klimatiskar og havfrøðiligar broytingar í havøkinum millum Grønland og Føroyar og ávirkan á plankton og fisk”.

 

Granskingin byrjaði í 2013 og skal vara til 2016. Fimm einstakar verkætlanir eru settar í verk:

 

  • Ein verkætlan kannar, hvat stýrir tí ójavna gróðrinum á føroyska landgrunninum
  • Ein verkætlan kannar djóraæti norðan fyri Føroyar. Hetta er føðin hjá stóru nøgdunum av uppsjóvarfiski um summarið.
  • Tvær verkætlanir eru um útbreiðslu og lívfrøði hjá makreli í havøkinum frá Føroyum og vestur ímóti Grønlandi.
  • Ein verkætlan er um havfrøðiligar broytingar og ávirkanir á uppsjóvarfisk.

 

Verkætlanirnar eru ætlaðar at stuðla uppundir hvørja aðra, við tí endamáli at økja um samlaðu fatanina av broytingunum í hesum stóra havøkinum.