31. Jan. 2014

Hvat etur uppsjóvarfiskur?

 

Havstovan hevur fingið játtað 220.000 krónur frá grunninum Fiskivinnugransking (FVG) til at kanna, hvat uppsjóvarfiskur etur, tá hann er í føroyskum øki.

 

Seinastu árini hava verið stórar broytingar í pelagisku vistskipanini í havøkinum kring Føroyar. Stór sveiggj hava verið í nøgdini av teimum trimum høvuðssløgunum av uppsjóvarfiski(sild, makreli, og svartkjafti) og ferðingarmynstrini eru nógv broytt. Nógvar gitingar eru um orsøkirnar til hesar broytingar, og Havstovan ger eitt áhaldandi arbeiði fyri betur at skilja orsøkirnar til broytingarnar í hesi vistskipan.

 

Ein týðandi liður í at skilja hesa vistskipanina er at vita, hvat uppsjóvarfiskurin etur, ta tíðina hann er í økinum, og í hvønn mun tey ymisku sløgini av uppsjóvarfiski kappast um somu føði.

 

Eitt ávíst arbeiði er longu gjørt á økinum, og t.d. vita vit, at norðan fyri Føroyar um summarið er høvðusføðin hjá sild og makreli eitt slag av djóraæti, ið verður rópt reyðæti.

 

Higartil hevur dentur verið lagdur á at gera hesar kanningarnar um summarið og serliga í økinum norðan fyri Føroyar. Við hesi verkætlanini “Føði hjá uppsjóvarfiski”, sum FVG hevur játtað pengar til, verður dentur lagdur á at betra um heildarfatanina av vistskipanini kring Føroyar, við at kanna tilfarið frá økjum og tíðarskeiðum har okkum enn vantar vitan.

 

Hetta verður gjørt við at kanna og greina nærri magaprøvar, sum eru tiknir hesi seinnu árini, umframt prøvar, sum ætlanin er at taka í ár. Dentur verður lagdur á at kanna magar av øllum trimum teimum týdningarmestu sløgunum av uppsjóvarfiski alla vertíðina í føroyskum sjóøki. Hetta fer at gera okkum betur før fyri at skilja, í hvønn mun hesi trý fiskasløgini kappast um somu føði í ymiskum økjum og til ymsar tíðir.

 

Í verkætlanini verður serligur dentur lagdur á tær royndirnar, sum eru tiknar í samstarvi við skipini, sum fiska uppsjóvarfisk, men fyri at dekka eitt so vítt øki í tíð og stað sum gjørligt, verða prøvar frá Magnusi Heinasyni eisini kannaðir.

 

Verkætlanin er júst byrjað og varir ári út.