14. Jan. 2014

PhD-ritgerð um innrák av Atlantssjógvi

 

Fríggjadagin 10. januar vardi MSc. ROSHIN PAPPUKUTTY RAJ PhD ritgerðina: The circulation of the Norwegian Sea - An investigation from space and ocean við Universitetið í Bergen.

 

Arbeiðið snýr seg um rákið av heitum Atlantssjógvi, fram við Føroyum og norður móti Arktis. Vísindaumhvørvið í Noregi hevur fokuserað einamest uppá streymin sum rennur norðan fyri Hetland og tess ávirkan á Arktis.

 

Hetta nýggja arbeiðið vísir á, at innrákið av Atlantssjógvi millum Ísland og Føroyar hevur størri týdning enn higartil hildið. Verjan av ritgerðini gekk væl.

 

Opponentar vóru: Professor, PhD. Johan Nilsson (Stockholms Universitet, Svøríki) og PhD, Hjálmar Hátún frá Havstovuni.

 

Ritgerðin sæst her