16. Des. 2013

Starvsnæmingar

 

Eitt av aðalmálunum hjá Havstovuni er, at vit skulu taka starvsnæmingar á hvørjum ári. Í ár hava í alt verið 5 dreingir og ein genta í starvsvenjing á Havstovuni.

 

Stovnurin hevur eina fasta skipan til næmingin. Næmingurin er á hvørjari deild í minst tveir dagar, so at hann kann fáa innlit í, hvat arbeiði er á slíkum stovni.

 

Seinasta dagin fær næmingurin eitt spurnarblað, har hann skal svara spurningum um ymisk økir, hann hevur arbeitt við, eitt nú okkurt lívfrøðiligt um fisk, havumhvørvið o.a.

 

Eisini eru tað starvsnæmingar, ið vilja sleppa við havrannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni, ið hoyrir til stovnin.

 

Starvsnæmingar, ið sleppa við Magnusi Heinasyni, eru við í øllum dekksarbeiði, sum er á slíkum skipi.

 

Hetta arbeiði fevnir t.d. um at gera klárt til túr, taka ymiska útgerð umborð, alt eftir hvat túrur er fyri framman.

 

Um skipið er á túri, ið hoyrir fiskideildini til, so er tað til fiskarí. Tá er næmingurin við í øllum trolarbeiði, hagreiðing av fiski, halda skipið reint o.a.

 

Annars eru túrar sum hoyra til umhvørvisdeildina. Ein slíkur túrur er eitt nú at taka streymmátarar upp og seta nýggjar streymmátarar út. Samstundis verða tiknar støðir, har mátað verður hiti, salt og æti sjónum.

 

Øll data, sum koma av slíkum túrum, verða upparbeidd í landi.