07. Nov. 2013

Sjóvarmál 2013 komið!

 

Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið.

 

Nakrir fastir tættir eru, so sum tilmælið fyri hetta fiskiárið (byrjaði 1. september 2013) og lýsing av verkætlanum, sum eru í gongd júst nú.

 

Haraftrat er skrivað um áhugaverd kanningarúrslit og forvitnisligar hendingar seinasta árið.

 

Sjóvarmál 2013 kann lesast sum pdf’ur her á heimasíðuni ella fáast sum bóklingur við at venda sær til Havstovuna.

 

Sjóvarmál 2013