30. Okt. 2013

Gagnnýta mátingar frá uppsjóvarflotanum

 

Virðismikil data streyma nú beinleiðis frá Finni Fríða inn á teldu á Havstovuni (mynd 1). Á brúnni á okkara stóru og modernaðu uppsjóvarskipum sæst ein rúgva av informasjón, sum skiparin brúkar til at stýra fiskiskapinum. Hesi virðismiklu tøl verða vanliga ikki goymd, men hetta eru vit í holt við at broyta.

 

Mynd 1. Datastreymur frá troli/vatnskorpu, umvegis fylgisvein/internet og inn á Havstovuna.

 

Fyri lítlar og ongar pengar verður vatnskorpuhitin, har Finnur Fríði siglir, ”streamaður” inn á eina teldu sum stendur á Havstovuni. Sum dømi er vístur ein makreltúrur hjá Finni Fríða í august í fjør (myndir 2 og 3). Her sæst, at hitin inni á Landgrunninum lá um 10,2°C um hetta mundi (nakað heitari inni á firðum), at landgrunssjógvurin er hvast skildur frá heitara Atlantssjónum við sjóvarfalsfrontin (uml. 62,5°N), og at skipið fiskaði norðan fyri 63,5°N, í sjógvi sum lá um 10,5°C. Samanberingar við mátingar, gjørdar við neyvum tóli frá Havstovuni, vísa, at mátingarnar frá skipinum eru álítandi.

 

Mynd 2. Ein makreltúrur hjá Finni Fríða. Liturin vísir temperaturin við vatnskorpuna har skipið sigldi (19. til 24. august í 2012). Hendan túrin sigldi skipið frá nokkso køldum (bláum) sjógvi inni á Landgrunninum, tvørtur um heita (reyða) rákið við Atlantssjógvi, og inn i kaldari (bláan) sjógv norðanfyri, har fiskiskapurin var.

 

Hiti frá trolinum
Um summarið hitar sólin ovastu metrarnar meira enn djúpari, og hetta viðførir at sjógvurin gerst lagbýttur. Makrelur ferðast í hesum 20-50 m djúpa ovara lagnum, og hetta lagið hevur eisini stóran týdning fyri gróðurin í sjónum. Ætlanin er at senda temperaturin frá trolinum eisini, sum, saman við vatnskorpuhitanum, fer at gera tað møguligt at rokna dýpi og styrki av hesum týdningarmikla lagbýti.

 

Fiskadata
Fiskaprøvar verða tiknir frá hvørjum tóvi, fyri at vita hvat slag er í og hvussu longdar/støddarbýtið er. Eitt elektroniskt mátiborð, ment á Havstovuni, skal setast umborð á Finn Fríða, so at hesir prøvar verða talgildir beinanvegin, og kunnu tískil leggjast afturat datastreyminum inn á telduna á Havstovuni. Afturat hitamátingunum, fer hetta at vísa, hvar fiskurin stendur í mun til strukturar í sjónum (frontar, meldrar osv). Hetta, at samtíðar (’real time’) fiskaprøvar koma til lands, hevur eisini stórt virði til at kanna hvussu støddarsamansetingin í fiskastovnunum er í mun til t.d. hitan í sjónum.

 

Útbyggja til fleiri skip
Skjótu broytingarnar í ovaru løgunum, bæði í tíð og stað, eru ringar at lýsa við bert einum skipi. Onnur skip brúka somu (ella líknandi) tøkni sum Finnur Fríði. Ætlanin er at menna eitt liðugt konsept fyri Finn Fríða, og síðani brúka hetta sum fyrimynd til at fáa líknandi tøl frá fleiri skipum í flotanum. Vónandi fer hetta at geva nóg góðan datadekning til at lýsa samansettu broytingarnar á opnum havi.

 

Grundir fyri at gagnnýta tøl frá uppsjóvaflotanum:

 

• Hesar eru mátingar sum verða gjørdar allíkavæl, og sum eru bíligar og lutfalsliga ómakaleysar at gagnnýta.

 

• Hetta er ein máti, har ætlaða samstarvið millum vinnu og vísindi veruliga er møguligt.

 

• Skipini er úti størsta partin av árinum, eisini tá rannsóknarskipini liggja við kaj.

 

• Skipini eru har sum fiskurin er, og har sum tað tískil er týdningarmest at fáa neyvar mátingar.

 

• Vísindaligar mátingar verða ofta endurtiknar á ávísum støðum (eng. Stations) við fleiri mánaðum ímillum hvørja máting. Ringt er tískil at lýsa skjótar broytingar millum hesar kanningar. Tann stóra datamongdin og góði dekningurin frá fiskiskipunum kann betra um hesa vitan.

 

• Data frá skipunum eru samtíðardata. Hetta kann møguliga betra um planlegging av vísindaligum túrum. Um okkurt serstakt er at síggja, so kundi t.d. eitt rannsóknarskip eftirkanna hetta nærri.

 

• Við at hagreiða hesi data saman við data frá øðrum vísindaligum keldum (fylgisveinar, skip, boyur, teldumodel), kann gerast møguligt at vegleiða flotan hvar fiskur av ávísum slagi mest sannlíkt stendur til eina og hvørja tíð. Slík ráðgeving sparir tíð og olju, og harvið pengar og minka um CO2 útlátið.

 

Tað skal undirstrikast, at hesi data kunnu styðja, men ikki avloysa, vísindaligar mátingar.

 

Mynd 3. Neyvari lýsing av sjóvarhitanum, plottaður móti breiddarstigi. Víst er eitt virði fyri hvønn minutt (svart), og eitt mát fyri neyvleikan (reytt). Skipið mátar hitan 25 ferðir um minuttin, og neyvleikin er roknaður sum sonevndi standarfeilurin av hesum.