27. Sep. 2013

Ferðing hjá havtasku

 

Seinnapartin heldur Lise Helen Ofstad, granskari á Havstovuni, fyrilestur á ICES-ráðstevnuni, sum er í Reykjavík í hesum døgum. Lise fer at fortelja um ferðing hjá havtasku. Granskingin var partur av doktararitgerðini hjá Lise, sum hon vardi í apríl.

 

Havtaska varð merkt bæði við vanligum merkjum og goymslumerkjum. Frá goymslumerkjunum fæst vitan um dýpi og hita, har sum havtaskan hevur ferðast. Úrslitini frá hesum merkingum vísa, at havtaska er inni á grunnum um summarið og úti á djypri økjum um veturin. Helst kemur hon inn á grunt at eta um sumrarnar, meðan hon gýtir á djypri sjóøkjum um veturin.

 

Eisini vístu úrslitini, at havtaska flytir seg meira upp og niður í sjónum, tá tað er myrkt. Hetta vísir seg bæði við at hon rørir seg meira um veturin enn um summarið, og at hon rørir seg meira um náttina enn um dagin.