23. Sep. 2013

Baldrutur hydrografitúrur

 

28. august fór Magnus Heinason á fjórða og seinasta “Standard hydrografi”-túrin í ár, har hiti og salt verða mátað við eini CTD. Hesar mátingar verða gjørdar eftir 6 standard skurðum, men illa hilnaðist – tað eydnaðist einans at gera mátingar eftir 4 skurðum.

 

Fleiri orsøkir vóru til hetta: vánaligt veður var stóran part av túrinum og harafturat vóru tvær eyka uppgávur hendan túrin, sum tóku meira tíð enn væntað. Norðan fyri Føroyar skuldu prøvar takast á 1000 metra dýpi við einum nýggjum glúpi og byrjanartrupulleikar gjørdu, at viðhørt var neyðugt at royna fleiri ferðir fyri at fáa góðkendan prøva.

 

Eisini skuldi ein streymmátararamma takast upp vestanfyri, men hon kom ikki upp sum væntað, og fleiri royndir at dreggja eftir rammuni eydnaðust heldur ikki. Eftir ein heldur baldrutan túr var Magnus Heinason aftur á Havnini 4. septembur.

 

Les alla túrfrágreiðingina her