18. Sep. 2013

Nú fari eg at royna sjálv!

 

Fríggjakvøldið 13. september fór lundapisan í holu nr. 14 avstað. Vanliga eru lundapisur floygdar, tá ið tær eru 40 dagar gamlar, men av tí at hendan fekk ov lítið at eta, varð hon ikki floygd fyrr enn hon var 56 dagar gomul.

 

Nú fari eg at royna sjálv! Eftir 56 dagar í holuni fer pisan út á hav og setur ikki føturnar aftur á land fyrr enn um tvey til trý ár.

 

Lundar hava verið inni í øllum teimum 14 reiðrunum, sum vevmyndatól eru í, og teir vurpu í 11 av teimum, so tað sá gott út. Men tað vísti seg skjótt, at lundarnir høvdu trupulleikar við at finna føði. Lundarnir skiftast um at liggja á, men summir komu ikki aftur til tíðina, tá ið teir skuldu loysa av, so við hvørt rýmdi tann, sum lá á, áðrenn makin var komin aftur. Eggið lá so einsamalt í fleiri tímar og við hvørt dagar. Hvørja ferð lundi kom aftur til eitt egg, sum lá einsamalt, helt hann tó fram við at verma, sum um onki var hent. Kortini eru tað fýra pør, sum hava vermt so mikið væl, at eggini blivu klakt. Pisurnar komu út 16. og 19. juli og 2. og 5. august, sum er ein mánaður seinni enn vanligt. Tríggjar pisur livdu í tveir, fimm og átta dagar, meðan ein var í reiðrinum í 56 dagar og slapp av stað í øllum góðum, hóast hon var lítil og rak. Vanliga eru lundapisur floygdar, tá ið tær eru 40 dagar gamlar, men av tí at hendan pisan hevur fingið ov lítið at eta, hevur tað tikið 16 dagar longri at føða hana. Pisan fekk onki at eta tveir teir seinastu dagarnar, men morgunin eftir at hon var farin, komu bæði bøgan og steggin við o.u. 10-15 nebbasildum hvør. Summar av nebbasildunum vóru livandi, so tær eru tiknar nær við Skúvoynna.

 

Í fyrstani var føðin sera smátt fiskayngul, og tað var ikki nebbasild, sum annars er vanligasta føðin hjá lundanum. Pisurnar sum doyðu, fingu lítið og onki at eta. Tann pisan, sum kom undan, fekk smátt yngul í fyrstani, men seinni komu lundarnir við størri yngli, og við hvørt var nebbasild ímillum, og seinastu tíðina var alt nebbasild.

 

Seinasta byrðan á hesum sinni. Tað er liðið so langt út, at tær fyrstu gráu fjaðrarnar til vetrarbúna eru á veg.

 

Fyrst í september var eitt sindur av sildberum at síggja, meðan so gott sum ongir vóru í juli og august, sum vanligt er. Tað bendir á, at tær pisurnar, sum eru komnar seint út, hava havt ein fyrimun, og tað er helst av tí, at fiskaynglið tá er blivið størri.

 

Yngulkanningarnar vístu, at lítið og onki var til av nebbasild í summar. Eisini var lítið av hvítingsbróðiryngli, sum lundin kann klára seg við, tá lítið er til av nebbasild, og sum heild var fiskaynglið sera smáttfallandi.