19. Sep. 2013

Granskarar hittast í Íslandi

 

Í næstu viku verður árliga ráðstevnan í ICES, har granskarar úr øllum limalondunum leggja fram síni nýggjastu granskingarúrslit. Ráðstevnan verður hildin í septembur á hvørjum ári, og skiftir ímillum ymisku limalondini í ICES, og í ár verður hon í Reykjavík í Íslandi. Tær árligu ráðstevnurnar hjá ICES hava sera stóran týdning fyri granskararnar í limalondunum. Tær geva teimum eitt gott høvi at leggja fram síni úrslit fyri øðrum granskarum, og fáa afturmeldingar og kjak um niðurstøðurnar. Hetta er sera umráðandi fyri at fáa so góða gransking sum gjørligt, og skapar kontaktir og samstarv, sum hava alstóran týdning í dagliga arbeiðinum hjá granskarum.

 

Havstovan luttekur á hvørjum ári á hesum ráðstevnum, har okkara granskarar leggja framm teirra nýggjastu úrslit, og so verður eisini í ár. Fleiri granskarar á Havstovuni hava eisini týðandi uppgávur í ymiskum arbeiðs- og ráðgevandi bólkum undir ICES (sí sjóvarmál 2012 s. 61).

 

Sum vera man fevnir granskingin víða, og tískil eru hesar ráðstevnur býttar upp í ymisk evni, har granskararnir leggja fram síni úrslit. Yvirlit yvir øll evnini á ráðstevnuni í Reykjavík sæst her:

 

http://ices.dk/news-and-events/asc/ASC-2013/Pages/Theme-sessions.aspx