11. Sep. 2013

Filmsupptøkur av skiljirist

 

Tá royndin við upsarist varð gjørd umborð á Falki og Heyki í mai/juni 2013, vórðu nógvar myndir tiknar. Eisini varð eitt sonevnt trolkamera sett á trolið. Hetta varð gjørt fyri at fáa víst, hvussu ristin ávirkaði trolið, og ikki minst fyri at ein kundi síggja, um ristin skildi smáa upsan frá.

 

28. august løgdu vit frágreiðing út um: Skiljirist í partroling eftir upsa. Nú hava vit fingið filmsbrot aftanvert ristina, har tað sæst, hvussu ristin skilir fiskin, og hvussu fiskurin háttar sær aftan fyri ristina, tá hann er sloppin út.