04. Sep. 2013

Fjarðakanning

 

Í august á hvørjum ári ger Magnus Heinason ein stuttan túr í nakrar av okkara firðum. Tann 26. august var skipið á Skálafjørðinum, Kaldbaksfirði, Kollafirði, sunnarlaga í Sundalagnum og á Tangafirði.

 

Umframt fólk frá Havstovuni og Lívfrøðiligu royndarstøðini í Kaldbak vóru eisini lesandi í lívfrøði og orku- og umhvørvisverkfrøði á Fróðskaparsetrinum.

 

Kanningar vórðu m.a. gjørdar av havfrøðiligu viðurskiftunum, og oksygeninnihaldinum í sjónum, viðurskiftum í sedimentunum og av botndjórum.

 

Les alla frágreiðingina her