20. Aug. 2013

Lítið av gróðri á Landgrunninum í ár

 

Kanningar, sum Havstovan hevur gjørt í ár, hava víst, at gróðurin í ár hevur verið sera lítil.

 

Á hvørjum sumri ger Havstovan kanningar av gróðri á Landgrunninum. Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun verða mátingar gjørdar hvørja viku av nøgdunum av plantuæti í Skopunarfirði. Hesar mátingarnar umboða væl tær innaru landgrunsleiðirnar. Úrslitini frá mátingunum í ár vístu tær lægstu nøgdirnar av plantuæti síðani 1997, tá hesar mátingarnar byrjaðu (Svarta strikan á mynd 1).

 

Eisini samlaða framleiðslan av plantuæti á Landgrunninum var av tí minsta, sum mátað er, síðani tær kanningarnar byrjaðu í 1990 (Mynd 2).

 

Árini frammanundan hava vit sæð eitt rættiliga gott samsvar millum broytingarí gróðri og í fiski á Landgrunninum. Tó hevur tilgongdin av toski og hýsu hesi seinastu árini verið nakað minni enn væntast kundi út frá gróðrinum einsamøllum.

 


Mynd 1. Nøgdir av plantuæti í Skopunarfirði um summarið, síðani 1997.

 


Mynd 2. Lutfalsligur gróður á Landgrunninum frá á vári og til á miðsumri, síðani 1990.