26. Juli. 2013

Nú sæst ein lundapisa í holu 14

 

Tey sum hava fylgt við gongdini hjá lundunum i vevmyndatólunum í Skúgvi, hava sæð, at tvær pisur eru komnar út. Hetta er einar tríggjar vikur seinni enn vanligt.

 

Lundar hava verið í øllum teimum 14 reiðrunum, og teir hava vorpið í 11 av teimum, so tað sá ikki so galið út. Men tað vísti seg skjótt, at lundarnir helst høvdu trupuleikar við at finna føði. Lundarnir skiftast um at liggja á, men summir komu ikki aftur til tíðina, tá ið teir skuldu loysa av, so við hvørt rýmdi tann, sum vermdi, so eggið lá einsamalt í fleiri tímar og við hvørt dagar. Hvørja ferð lundi kom aftur til eitt egg, sum lá einsamalt, helt hann tó fram við at verma, sum um onki var hent. Kortini eru tað tvey pør, sum hava vermt so mikið væl, at eggini blivu klakt. Tann fyrsta pisan, í holu nr. 3, kom út 16. juli og hin, sum er í holu 14 kom út 19. juli. Tann fyrsta doyði longu 24. juli, bara 8 dagar gomul. Hin pisan sær út til at vera væl fyri og hevur fingið føði fleiri ferðir. Føðin er tó sera smátt fiskayngul, og tað er ikki nebbasild, sum annars er vanligasta føðin hjá lundapisum. Spennandi verður tí at síggja, hvussu hon fer at klára tað.

 

Sera lítið av lunda hevur verið at sæð í bakkanum og at kalla onki hevur flogið. Mest er at síggja seint um kvøldið, um 23-24 tíðina, og flestu lundarnir liggja inni í reiðrinum um náttina. Eitt sindur av lunda hevur ligið á sjónum undir lundalandinum tað mesta av sumrinum.

 

Í 2010 og 2011 vurpu ávikavist 7 og 8 lundar, men teir rýmdu frá eggunum, so ongin pisa kom út. Seinasta summar (2012) vurpu 12 lundar og 6 pisur komu út. Fimm av teimum doyðu tó fáar dagar eftir at tær vóru komnar út, men tann eina kláraði tað og varð floygd 12 septembur, sum er ein heilur mánaður seinni enn vanligt

 

Útlitini, til at tað skuldi blíva eitt gott lundaár, vóru sera vánalig. Gróðurin av plantuæti hevur verið heilt út av lagi vánaligur, sum tað sæst her á heimasíðuni. Plantuæti er føði hjá smáum djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli og nebbasild. Yngulkanningarnar vístu eisini, at lítið og onki var til av nebbasild. Heldur onki yngul var til av hvítingsbróðuri, sum lundin kann klára seg við, um lítið er til av nebbasild, og sum heild var fiskaynglið sera smáttfallandi.