04. Juli. 2013

Finnur Fríði á makrelkanningum

 

Umframt vanligu manningina, eru í hesum døgum fimm fólk frá Havstovuni við Finni Fríða, har tey kanna nøgd og útbreiðslu av makreli í føroyskum sjóøki. Makrelurin gongur vanliga í yvirflatuni hesa tíðina á árinum, so trolað verður í yvirflatuni, á føstum støðum, fyri umleið hvørjar 60 fjórðingar.

 

Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við einum íslendskum og tveimum norskum rannsóknarskipum, har endamálið er at kanna nøgdirnar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum fyri at finna sær føði.

 

Kanningarnar hava nú verið gjørdar í nøkur fylgjandi ár, so spennandi verður at frætta nærri um úrslitini, tá kanningarnar verða lidnar seinni í juli.

 

Úrslitini frá felagskanningunum verða brúkt á stovnsmetingarfundi av makreli, samskipað av ICES, seinni í summar.