21. Juni. 2013

Tilmæli frá Havstovuni um fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum í fiskiárinum 2013/2014

 

Støðan í hýsu- og toskastovnunum er hættislig, stovnarnir seinastu árini hava verið søguliga lítlir, og tað hevur álvarsligar avleiðingar við sær fyri bæði vinnu og samfelag. Sigast kann, at stovnarnir eru í eini undantaksstøðu, og neyðugt er við ógvusligum tiltøkum, so at teir kunnu koma fyri seg aftur. Hinvegin er upsastovnurin hampuliga væl fyri, hóast smávegis tillagingar í veiðutrýstinum eiga at verða gjørdar.

 

Les tilmælið her