13. Juni. 2013

Nýggj PhD verkætlan farin í gongd á Havstovuni

 

1. juni byrjaði Inga Kristiansen sína Phd-verkætlan, ið ber heitið “Ecology and production of Calanus finmarchicus in relation to environmental conditions in the southern Norwegian Sea.”

 

Verkætlanin hevur til endamáls at kanna reyðæti (Calanus finmarchicus) í havøkinum norðan fyri Føroyar. Reyðæti er høvðusføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av makreli og sild (og partvís eisini svartkjafti) og er beinleiðis orsøkin til at hesi fiskasløg koma í føroyskan sjógv í stórum tali um summarið. Broytta atferðin hjá uppsjóvarfiski í Norðurhøvum hevur havt við sær, at hesir stóru fiskastovnar nú kappast í størri mun um somu føði. Tískil eru nøgd, vøkstur og útbreiðsla av reyðæti, og hvussu hesi eru tengd at broytandi viðurskiftum í umhvørvinum, við til at avgera atferð og vøkstur hjá hesum fiskasløgum. Fyri at kunna meta um framtíðarvánirnar, og hvussu vit á besta hátt umsita hetta virðismikla tilfeingi í føroyskum sjógvi, er neyv vitan um hetta samanspælið týdningarmikil. Inga er innskrivað til PhD-lestur á Fróðskaparsetrinum. Granskingin verður gjørd á Havstovuni og verkætlanin er fíggjað av donsku stjórnini og Felagnum Nótaskip.
Meira fæst at vita um verkætlanina her.

 

Herfyri vóru Inga og ein av hennara vegleiðarum, Eilif Gaard, á einum royndartúri við Magnusi Heinasyni norðan fyri Føroyar. Serligur dentur varð lagdur á at læra at brúka nýggja planktonnetið, eitt sokallað Multi Plankton Sampler Net.

 

 

Reyðæti er krabbadjór, 2-3 millimetrar til støddar. Tað er høvuðsføði hjá m.a. sild og makreli um summarið.

 

Í sambandi við verkætlanina er eitt sokallað Multi Plankton Sampler Net keypt til at taka prøvar av djóraæti. Multinetið mátar m.a. hitan í sjónum. Tað gekk væl at brúka multinetið.