06. Juni. 2013

Nýta havið skilagott

 

Havið er karmur um nógv ymiskt virksemi innan fiskivinnu, alivinnu, skipaferðslu, oljuvinnu og mangt annað. Hetta krevur samskipan (Marine Spatial Planning), soleiðis at virksemið hjá einum parti ikki gongur ov nógv út yvir virksemið hjá einum øðrum parti.

 

Sum dømi um eitt átreingjandi mál kann nevnast, at skipaferðslan fram við Føroyum/Íslandi/Bretsku oyggjunum væntandi kemur at økjast munandi, millum annað tí at ísurin minkar í norðurhøvum og loyvir eini nýggjari skipafarleið. Ein økt skipaferðsla kann føra til dálking, sum hevur neiliga ávirkan á t.d. fiskivinnu og alivinnu. Norðurlandaráðið (Nordisk Ministerråds havgruppe) virkar fyri, at tey ymsu áhugamálini samstarva um at troyta havið á ein skilagóðan hátt.