29. Mai. 2013

Sendiharri vitjar

 

 Mikudagin 29. mai vitjaði russiski sendiharrin í Danmark, Hr. Michail Vanin við fylgi á Havstovuni. Í fylginum vóru Tatiana Volozhinskaya, Arina Kabanova og Vladimir Belyaev frá russisku sendistovuni í Keypmannahavn, umframt Árni Dam, russiskur konsul og Áki Johansen frá Sendistovu Føroya í Keypmannahavn.

 

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni greiddi frá arbeiðinum hjá Havstovuni og vísti serliga á tað góða samstarvið, sum Havstovan í nógv ár hevur havt og framvegis hevur við russiskar havrannsóknarstovur og fiskifrøðingar. Hetta samstarvið er serliga um kanningar av svartkjafti, sild og makreli.