13. Mai. 2013

Føroyskt toskamerki funnið í Hetlandi

 

Tann 7. mai 2013 kom eitt fitt bræv á Havstovuna frá einum skúlaflokki í Hetlandi. Ein 9 ára gomul genta greiddi frá, at flokkurin hevði verið og ruddað strondina 26. apríl 2013, og at hon hevði funnið eitt føroyskt toskamerki.

 

Strondin var við Boddam, sum liggur sunnarlaga á meginoynni í Hetlandi. Toskurin varð merktur eystan fyri Fugloy 10. oktober 1998, og var tá 61 cm langur.

 

Toskurin kann hava svomið til Hetlands, ella at toskurin er deyður, og at merkið er flotnað upp og rikið til Hetlands. Bert umleið ein av hvørjum túsund toskum fara úr føroyskum øki.