08. Mai. 2013

Royndarveiða við rist eftir upsa

 

Í tíðarskeiðnum 19. apríl til 7. mai gjørdu partrolararnir Falkur og Heykur tveir royndartúrar. Royndin var gjørd við rist í trolinum, so at sleppast kundi undan tí smáa upsanum.

 

Hendan royndin var eitt samstarv millum Havstovuna, Fiskiveiðieftirlitið, Vónina og Faroe Origin, sum eigur trolararnar Heyk og Falk.

 

Tann fyrra túrin, sum vardi frá 19. til 27. apríl, var ristin í trolinum hjá Falki, og Heykur royndi tá uttan rist. Tann seinna túrin, 28. apríl til 7. mai, var ristin í trolinum hjá Heyki, og tá royndi Falkur uttan rist.

 

Fólk frá Havstovuni, Fiskiveiðieftirlitinum og Vónini vóru við á túrunum.

 

Sýnir vóru tikin úr øllum hálum, har fiskurin var longdarmátaður og vigaður, bæði tá rist var í trolinum og tá rist ikki var í trolinum.

 

Eisini var undirvatnsmyndatól í trolinum, so síggjast kundi, hvussu fiskurin uppførir seg, tá hann kemur til ristina, og hvussu trolið gongur.

 

Fyribils úrslit vísa, at ristin skilir væl av tí smáa upsanum frá.

 

Sí filmsklipp av ristini í trolinum her.