01. Mai. 2013

Hermix verkætlan liðug

 

Í sambandi við sildafiskiskapin í Norðureysturatlantshavi hava sjey granskingarstovnar og vinnufyritøkur í Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark tikið seg saman fyri at kanna sildina í Norðuratlantshavinum.

 

Høvuðsendamálið við kanningunum var í fyrsta lagi at menna genetiskar markarar, so til ber at DNA-eyðmerkja sildastovnarnar og harvið minka um vandan at ovurfiska einstakar stovnar, ið eru illa fyri, og í øðrum lagi at skipa fiskiskapin soleiðis, at meiri fæst burturúr fíggjarliga. Ætlanin var at nýta genetiskar markarar, kallaðir microsatellittar. Hesir markararnir vístu seg ikki at hava nóg stóran sundurgreiningarmátt til at skilja millum teir stóru havbeitandi sildastovnarnar.

 

Aðrar rannsóknir, umfatandi kanning av vakstrarferð og greining av nytruáringum, vístu tó greiðan mun millum ávísar sildastovnar. Tey reiðiliga 4500 savnaðu sildagrundsýnini verða í næstum nýtt til at menna eitt nýtt slag av markarum. Hesir nýggju markararnir kallast SNP-sar (úttalað: snipsar. SNP: Single Nucleotide Polymorphism), ið verða mettir at hava størri sundurgreiningarmátt enn microsatellittar.

 

Føroysk frágreiðing

 

Final Report