12. Apr. 2013

PhD-verja um havtasku

 

Týsdagin 16. apríl fer Lise Helen Ofstad at verja PhD-ritgerð sína ”Anglerfish Lophius piscatorius L. in Faroese waters. Life history, ecological importance and stock status”. Verjan verður á Universitetinum í Tromsø kl. 11:15 føroyska tíð. Áðrenn verjuna av PhD-ritgerðini, skal Lise Helen Ofstad halda ein fyrilestur út frá evninum ”Fish stock assessment methods in common use and their data requirements”. Hetta verður kl. 9:15 føroyska tíð.

 

Lise hevur arbeitt við PhD-verkætlanini síðani 2009. Í verkætlanini hevur høvuðsdentur verið lagdur á at lýsa lívssøguna hjá havtasku, at fáa tilfar til vega til eina stovnsmeting av stovninum, og at gera sjálva stovnsmetingina. Øll stigini í lívsringrásini hjá havtasku eru funnin í føroyskum sjógvi.

 

Granskingin er gjørd á Havstovuni, og Lise er innskrivað til PhD-lestur á Universitetinum í Tromsø. Vegleiðarar eru Torstein Pedersen frá Universitetinum í Tromsø og Petur Steingrund frá Havstovuni.

 

Les syntesuna til ritgerðina her.