Fríggjadagin 5. apríl fer Kirstin Eliasen at verja PhD-ritgerð sína ”Sandeel, Ammodytes spp., as a link between climate and higher trophic levels on the Faroe shelf”. Verjan verður á Fabrikkini hjá Öström kl. 10.
Kirstin hevur arbeitt við PhD-verkætlanini síðani 2009. Í verkætlanini hevur høvuðsdentur verið lagdur á at lýsa leiklutin hjá nebbasildini í vistskipanini á Landgrunninum og seta hann í samband við veðurlagsbroytingar.
Verkætlanin er partur av verkætlanini ”Marine Climate and Ecosystem around the Faroes”. Granskingin er gjørd á Havstovuni, og Kirstin er innskrivað til PhD-lestur á Aarhus Universiteti. Vegleiðarar eru Peter Grønkjær, Bogi Hansen, Jens Tang Christensen, Eilif Gaard og Jan Arge Jacobsen. Peter Grønkjær og Jens Tang Christensen starvast á Aarhus Universiteti, hinir á Havstovuni.
Les syntesuna til ritgerðina her.