01. Apr. 2013

Nytrur at síggja í ”Fiskalistanum”

 

Í Fiskalistanum her á síðuni ber til at síggja myndir av nærum øllum fiskasløgum undir Føroyum. Aftrat fiskamyndunum er Havstovan í ferð við at leggja myndir út av nytrunum eisini; væl at merkja hjá teimum fiskum, sum hava nytrur.

 

Allir beinfiskar, so sum toskur og hýsa, hava nytrur; tvær stórar og fleiri smáar. Nytrurnar sita í eini holu inni í høvdinum, sum er full av vesku. Fiskurin nýtir nytrurnar at hoyra við og til at halda javnvágini (balansera við). Bróskfiskar, sum t.d. hávur og skøta, hava ongar nytrur.

 

Bæði stødd og skap eru ymisk fyri ymsu fiskasløgini. Stór fiskasløg kunnu hava lutfalsliga smáar nytrur í mun til kropsstøddina, meðan smá fiskasløg kunnu hava lutfalsliga stórar.

 

So hvørt sum fiskurin veksur, vaksa nytrurnar eisini. Tær vaksa lítið um veturin, og tá sæst vøksturin á nytruni sum ein myrkur ringur. Um summarið vaksa tær meira, og tá sæst vøksturin sum ein ljósur ringur. Sostatt leggjast tveir ringar aftrat hvørt árið. Við at telja allar teir myrku ringarnar, fæst at vita, hvussu gamal fiskurin er.

 

Fleiri túsund nytrur verða aldurslisnar á hvørjum ári á Havstovuni. Orsøkin er, at aldurin er sera týdningarmikil at kenna, tá vit skulu rokna út, hvussu stórir fiskastovnarnir eru.

 

Nøkur av fiskasløgunum, sum hava mynd av nytrunum, eru: Toskur, Hýsa, Gulllaksur, Lálla, Lítli kongafiskur, Rossamakrelur, Huldukrutt og Svartkalvi.