11. Feb. 2013

Magnus Heinason - siglingarætlan 2013

 

Tann 13. februar fer havrannsóknarskipið Magnus Heinason sín fyrsta túr í 2013. Hetta er ein hydrografiskur túrur har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða máld eftir standardskurðum. Hetta verður gjørt tríggjar ferðir um árið - á hvørjum ári - fyri at fylgja við í broytingunum í havinum kring Føroyar.

 

Siglingarætlanin fyri 2013 er at síggja her.

 

Síðani Magnus Heinason varð lagdur í fjør, eru nógvar umvælingar gjørdar. Í 2012 var klassin umborð og kravdi umfatandi ábøtur á skipið, áðrenn nýtt siglingsloyvi kundi gevast. Trupulleikin var teringur um alt skipið, serliga á brúnni, troldekki, høvuðsdekki og lensibrunnum.

 

Ein partur av hesum bleiv umvælt á sumri 2012, og restin nú í vetur. Tilsamans eru nýttar smáar 4 mió. kr. til hesar ábøtur. Henda upphædd er tikin primært av rakstrinum, undantikið 600 tkr., sum kom sum eykajáttan á heysti 2012. Hetta gjørdi at siglingarætlanin varð munandi skerd í 2012, og verður partvíst skerd í 2013.

 

Tá ið hesin hydrografitúrur er av, fer Magnus Heinason á yvirlitstrolingar á landgrunninum.