04. Feb. 2013

MULTPELT kalibrering

 

Stovnsmeting av makreli er vorðin ein fastur táttur á Havstovuni. Hesar verða gjørdar í samstarvi við Noreg og Ísland. Í ICES høpi er grundarlagið undir stovnsmetingini av makreli sokallaðar “eggteljingar”, sum einans verða gjørdar triðja hvørt ár. Noreg, Ísland og Føroyar hava brotið upp úr nýggjum, og eru hesi lond farin at telja makrel á ein øðrvísi hátt enn higartil hevur verið gjørt, nevniliga við árligum yvirlitstrolingum.

 

Økið norðanfyri er so mikið stórt, at um økið skal kunna kannast á ein forsvarligan hátt, er tað neyðugt at hava minst fýra skip úti samstundis. Tá kann økið kannast innan fyri ein stuttan tíðarkarm, styttri enn ein mánað. Men tá fýra ymisk skip verða nýtt í somu kanning, er neyðugt at fiskiamboð og fiskiháttur er so líka sum gjørligt, so úrslitini frá trolstøðunum kunnu samanberast.

 

Í 2010 samdust londini um at gera eitt trol (MULTPELT832), ið øll luttakandi skipini skuldu brúka, og í 2012 høvdu øll londini sama trol undir skipunum á yvirlitstrolingini. Tá varð ein kanning (interkalibrering) gjørd, har skipini fiskaðu í sama øki í nakrar dagar, fyri at vita um munur var á hvussu trolini fiskaðu. Tað vísti seg, at stórur munur var millum ymsu skipini, og greitt var, at enn er ikki komið á mál, hvat viðvíkur rigging og fiskihátti millum skipini. Tí varð avgjørt, at arbeiða víðari við standardisering av trolinum.

 

Verkætlanin “MULTPELT kalibrering” er ætlað at fyrireika og kanna (kalibrera) føroyska trolið, soleiðis at MULTPELT 832 trolið við rigging gongur sum tað skal sambært forskriftunum. Í aðru atløgu, at vit eru fyrireikað til interkalibrering av trolinum á komandi felagskanningunum av makreli í summar. Eisini verður ein skipan gjørd, soleiðis at mátingarnar av trolinum verða skrásettar, meðan tóvað verður.

 

Í hesum sambandi hevur Fiskivinnugransking fíggjað ymisk neyðug mátitól til føroyska partin av verkætlanini. Mátingarnar av føroyska MULTPELT 832 trolinum verða gjørdar umborð á Finni Fríða. Her verður bæði hædd og breidd í trolgapinum mátað, umframt avstandur millum lemmar og veingir.

 

Umframt hesa verkætlanina, verða modelroyndir gjørdar av MULTPELT 832 trolinum í Hirtshals í februar.

 

Mynd: Ætlað kalibreringsroynd í 2013 við Finni Fríða. Troleygað mátar gap (hædd, G) og avstands mátararnir í síðunetinum máta skver (breidd, S) í trolgapinum. Á undirveingirnar skulu mátarar máta avstand millum veingirnar (V) og lemma mátararnir máta avstand millum lemmarnar (L).

 

Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen