28. Jan. 2013

Nøgd av makreli í eina øld

 

Nú verður nøgdin av makreli á føroyska landgrunninum kannað 100 ár aftur í tíðina, fyri at meta um sannlíkindini fyri, um tær verandi stóru nøgdirnar av makreli við Føroyar koma at halda fram ella ikki. Hetta verður gjørt út frá vøkstrinum á kúfiski og byggir á tað neyva sambandið, sum er funnið millum vøksturin á kúfiski og nøgdina av makreli. Kanningin, sum er ein eitt árs verkætlan, skal eisini staðfesta sambandið millum vøksturin á kúfiski og nøgdina av djóraplankton á føroyska landgrunninum.

 

Kúfiskur við Føroyar verður sera gamal. Kanningar hava víst, at stórur partur av kúfiskunum verður yvir 100 ára gamal. Aldurin verður lisin í skelini. Frástøðan millum árringarnar vísir, hvussu vakstrarkorini hjá kúfiskinum hava verið gjøgnum árini. Kúfiskur livir av plantuplankton. Tí ber til, út frá vakstrarringunum at meta um, hvussu gróðurin í sjónum hevur verið fleiri ár aftur í tíðina. Kanningarnar av vøkstrinum á kúfiski vísa, at eitt umvent samband er millum nøgd av djóraplankton og hvussu nógv skelin veksur, t.v.s. at tá nógv er til av djóraplankton, veksur skelin lítið. Djóraplankton etur eins og kúfiskur plantuplankton. Er nógv djóraplankton til, verður minni føði til kúfiskin, sum situr á botni og filtrerar avlopið av plantuplankton, sum ikki varð etið uppi í sjónum.

 

Úrslitini geva møguleika til at meta um nøgdina av djóraplankton fleiri ár aftur í tíðina. Djóraplankton er føði hjá fiskayngli og er tí sera týðandi fyri gongdina hjá fiskastovnunum. Kúfiskavøksturin kann tí avdúka, hvussu líkindini hjá ymsu fiskastovnunum hava verið.

 

Eitt neyvt samband er funnið millum vøkstur hjá kúfiski og nøgd av makreli á føroyska landgrunninum. Tey árini kúfiskurin veksur væl, verður lítið av makreli 2 ár seinni, og umvent. Orsøkin til hetta samband er helst, at tá kúpuskelin veksur seint, er tað tekin um nógv djóraæti við Føroyar, og øvugt. Nógv djóraæti ger, at nógv av ársins makrelyngli yvirlivir, sum so dominerar nøgdina av makreli 2 ár seinni. Út frá hesum ber til at meta um nøgdirnar av makreli á føroyska landgrunninum langt aftur í tíðina. Úrslitini vísa, at tað seinastu 100 árini hava verið tvey sera góð tíðarskeið við makreli, 1988-1993 og frá 2007, og møguliga umleið 1890. Úrslitini benda eisini á, at í minsta lagi ein partur av makrelinum við Føroyar er av føroyskum uppruna.

 

Høvuðsstuðul er Fiskivinnuroyndir, eisini verður verkætlanin stuðlað av Statoil.

 

Luttakarar á Havstovuni eru Una Matras og Petur Steingrund.